Áðrenn sjálvan fundin, var framløga á skránni. Nevndin hevði bjóða Martin Karl Olsen, 1.varaskúlastjóri á Skúlanum á Fløtum, at hugleiða um vitanet.
Martin Karl hevði sera ahugaverda framløgu, og var tað áhugavert at hoyra hvussu hendan skipanin er uppbygd, og hvørjir møguleikar eru í hesi skipan.
Luttakarnir settu spurningar, og var hetta viðvirkandi til, at vit fingu eitt gott kjak um fyrimunir og vansar við slíkum skipanum.
Eftir hetta var sjálvur aðalfundurin við skrá sambært viðtøkunum.
Formansfrágreiðingin var lisin, og verður hon løgd út á heimasíðu okkara.
Rokniskapurin var gjøgnumgingin og góðkendur.
Undir ymiskt kom fram, at ein áhugaverd trivnaðarkanning er gjørd á skúlanum á Velbastað, og kundi verið áhugavert at frætt meiri um hetta. Avgjørt var, at nevndin í Heim og Skúli fyriskipar ein fund í heyst, har vit bjóða umboðum av Velbastað við, soleiðis at vit kunnu fáa nærri kunning um hesa kanning og niðurstøðuna.
Nevndin savnaðist beint eftir aðalfundin og skipaði seg soleiðs:
Jóngerð M Nielsen, forkvinna
Mildrid á Lógv, næstforkvinna
Jóhan Muller, skrivari
Janus Vang, peningarøkil
Rúna Antoniussen, nevndarlimur
Comments