top of page
Forfatters billedeheimogskuli

Aðalfundur hjá Heim og Skúla í skúlanum á Løgmannabreyt 08.06.2019


Skráin sambært viðtøkum felagsins:


  1. Val av fundarstjóra

  2. Val av fundarskrivara

  3. Ársfrágreiðing

  4. Framløga av ársroknskapi til góðkenningar

  5. Framtíðar mál hjá felagnum

  6. Uppskot til samtyktar

  7. Val av nevnd

  8. Ymiskt


Forkvinnan Jóngerð M. Nielsen bjóðaði vælkomin og tosað var um lýsingina av fundinum. Hesaferð hava vit einans lýst talgilt á heimasíðu felagsins og á Facebook vanganum hjá okkum, sum hevur yvir túsund Fylgjarar og Dámarar.

Einans eitt umboð møtti á fundi, hevði fingið boðini frá formanninum í sínum skúlastýri. Sitandi nevnd møtti. Jóngerð M. Nielsen, Mildrið á Lógv, Janus Vang, Rúna Antoniussen og Jóhan Müller.

  • Att 1: Jóhan Müller valdur til fundarstjóra.

  • Att 2: Jóhan Müller valdur til fundarskrivara.

  • Att 3: Jóngerð M. Nielsen legði ársfrágreiðingina fram (sí niðanfyri)

  • Att 4: Janus Vang legði roknskapin fram, góðkendur. Felagið eigur 24.901 kr. á konto.

  • Att 5: Heim og Skúli má kannað møguleikan at vera undir ella arbeiða tætt sæman við Kommunufelagnum, fyri at fáa felagið í eina trygga legu. NOKO: Nordisk Kommittee, sum er tað norðurlendska samstarvið fyri feløg sum Heim og Skúli. Her eru vit við uttan at gjalda limagjald, vegna avmarkaðan árligan pening. Hetta er at halda fram við fyri fyrst og at luttaka eftir førimuni/fígging. Hvat fyri royndir eru gjørdar í Føroyum fyri at fáa tað besta fríkorterið? Hetta er ein leysur spurningur, sum fleiri skúlar hava ymisk boð uppá. Eitt hugskot kundi verið at spyrja nakrar skúlar um teirra royndir á hesum øki og lagt hetta á heimasíðu felagsins.

  • Att 6: Eingi uppskot eru komin inn.

  • Att 7: Jóngerð M. Nielsen boðaði frá at hon tok ikki við afturvali, tí at hon ikki longur hevur barn í fólkaskúlanum, hon boðaði eisini frá at hon tekur seg somuleiðis úr Skúlastýrinum fyri Vestmanna Skúla. Janus og Rúna tóku við afturvali og halda fram. Jóhan lovaði at hjálpa teimum fyribils. Skipandi nevndarfundur verður 25. Juni klokkan 17 á iNOVA.

Ársfrágreiðing Heim og Skúli 2018/19

Evnir vit hava viðgjørt seinasta árið hava verði alt frá fígging, NoKo, framtíðarskúli, og hvussu vit fáa skapt ein størri áhuga fyri Heim og Skúla.


Okkara fíggjarligi stuðul er støðugur, tí vit hvørt ár fáa fíggjarligan stuðul frá Mentamálaráðnum. Hesin stuðulin er avmarkaður og gevur okkum møguleikar til at fyriskipa 1 ella møguliga 2 tiltøk árliga. Stuðulin hevur verði tann sami í nøkur ár, og er ynskiligt at fáa stuðulin hækkaðan og harvið møguleikarnar fleirfaldaðar. Tað er eyðsæð at kostnaðarstøði er hækka seinastu árini, og at tað er trupult at fyriskipa nakað sum er ókeypis. Um stuðulin verður hækkaður, gevur tað eisini nevndini møguleika at luttaka á norðurlendskum fundum og tiltøkum.


Vit eru limir í Noko, sum er ein norðurlendskur felagsskapur fyri foreldrasamstørv. Tað eru ymiskar treytir fyri hvussu limaskapurin er hjá ymsu norðurlondunum. Vit í Føroyum hava samrátt okkum til ein óheftan limaskap, sum merkir at vit ikki gjalda fast limagjald, men gjalda fyri tað vit luttaka í. Til dømis kann nevnast, at tað eru 2 árligir fundir í NoKo nevndini, og avgera vit sjálvi um vit luttaka ella ikki, og gjalda tá allar útreiðslur. Hetta er ein fyimunur fyri okkum, tí so eru vit ikki tengd at einum føstum limagjaldið.


Afturvendandi hjá okkum er prát um, hvussu vit kunnu viðvirka til øktan áhuga millum foreldur í fólkaskúlanum. Mett verður, at tað kann gerast meiri fyri, at fáa foreldur at verða meiri áhuga í skúlanum og samstarvið millum skúla og foreldur kann gerast betur.

Vit hava verði við til at umrøtt kanningar sum eru gjørdar um lesiførleikar hjá børnum í Føroyum, eins og havt møguleika at gera viðmerkingar til álit.


Forkvinnan er limur í Fólkaskúlaráðnum og hevur har verði aktivur partur í arbeiðinum at endurskoða fólkaskúlalógina.


Nevndarlimir í Heim og Skúli luttóku á norðurlendskari ráðstevnu í heyst. Hetta var sera áhugavert, og fingu limirnir innilit í viðurskifti innan fólkaskúla og samstarv frá limum úr londum rundan um okkum.


”Foreldrafelagið Heim og Skúli” á facebook er fyri øll foreldur. Her kann nevndin viðmerkja tað sum er frammi í fjølmiðlunum, ella leggja viðkomandi greinar út. Vit hava nógvar limir í hesum bólkinum, og er hesin miðil tann sum flest fólk væntandi eru aktiv á.


Skúlablaðið verður útgivið 6 ferðir um árið. Nevndin í Heim og Skúli hevur altíð pláss í blaðnum og eru tað í mesta lagi 1500 tekin til hvørt blaðið. Vit royna at brúka hendan møguleikan at kunnað um okkara virksemi. Vit hava eisini havt greinar og samrøður í bløðunum.

Skriva hevur Jóngerð M. Nielsen, forkvinna

83 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Comments


bottom of page