top of page
Forfatters billedeheimogskuli

Bræv sent skúlastýrum við spurnablaði og kunning

Nevndin fyri Foreldrafelagið Heim & Skúli ynskir at fáa samband við øll skúlastýri kring landið, fyri at vit kunnu savna saman royndir og hugsanir, og so at vit veruliga kunnu virka sum rødd foreldrana mótvegis myndugleikum, fjølmiðlum, skúlum og almenningi.

Eitt spurnablað er sent til øll skúlastýri, sum vit hava teldupostadressur hjá. Heitt er á øll um at útfylla spurnablaðið og senda felagnum hetta aftur í seinasta lagi 15. september 2013.

Hetta er ein endurskoðað útgáva av spurnablaði, sum varð sent út í november í fjør. Tá komu svar frá 9 skúlastýrum. Vit meta, at orsøkin til lágu luttøkuna serliga var, at vit ikki fingu samband við øll skúlastýri og tí at valskeiðið var næstan komið at enda.

Tey skúlastýri, sum longu hava svarað spurnablaðnum, verða biðin um annaðhvørt at vísa til svarið, sum er sent inn, ella at svara av nýggjum, um støðan er broytt á onkrum øki. Gev eisini gætur, at nakrir nýggir spurningar eru tiknir við.

Limagjald

Felagið hevur higartil verið rikið púrasta sjálvboðið uttan nakra fígging. Tað merkir bæði, at tað ikki hevur verið orka til at skipa fyri stórvegis tiltøkum og at nevndarlimir hava lagt nakað av peningi til sjálvi, m.a. fyri heimasíðu, lýsingar, ferðing, kaffi og líknandi. Hetta gongur ikki.

Tí samtykti aðalfundurin, at øll skúlastýri, sum ynskja at vera limir í felagnum, skulu rinda eitt limagjald.

Samtykt varð, at skúlastýri fyri skúlar við upp til 100 næmingum verða biðin um at rinda kr. 400  og skúlar við fleiri enn 100 næmingum 600 kr. fyri fíggjarárið 2013.

Heitt verður á skúlastýrini um at flyta upphæddina á konto felagsins: 6460 389.382.2 sum allar skjótast. 

Heimasíða við hentum upplýsingum    

Felagið ætlar at savna inn ymiskt tilfar til heimasíðuna, bæði tíðindi og greinar við ymsum bakgrundstilfari 

Ætlanin er at gera eina síðu við yvirliti yvir øll skúlastýri við teldupostbústaði til skúlastýrið og/ella til formannin/kvinnuna.

Um onkur hevur hugskot til okkurt tilfar, sum kundi verið á hesi síðuni til gagns fyri fleiri skúlastýri, frætta vit eisini fegin.

Vit hava roynt at funnið teldupostadressur til øll skúlastýri, men vit mangla enn nakrar adressur. Vit sendu tí avrit til skúlaleiðararnar við áheitan um at senda hetta víðari til tykkara skúlastýri, um tey ikki eru á listanum. Er onkur, sum ikki hevur fingið boð, ber til at skriva til okkara.


5 visninger0 kommentarer

Comments


bottom of page