top of page
Forfatters billedeheimogskuli

Ein fjølbroyttur kveikingardagur


Aftur hesa ferð hevði SSP-ráðgevingin sett eina áhugaverda skrá saman til ársins kveikingardag, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 9. november 2018


Sí allar framløgurnar her


Óli Rubeksen, ið er SSP-ráðgevi, fegnaðist í síni vælkomurøðu um støðugt vaksandi undirtøkuna fyri degnum, og ger hetta seg galdandi fyri øll fakfólk á barna- og ungdómsøkinum. Í ár var luttakaratalið omanfyri 230. Tá so nógv fólk finna saman í einum fruktagóðum samstarvi, fer tað óivað at skapa enn betri fortreytir fyri barna- og ungdómsarbeiðinum her á landi.


SSP, sum upprunaliga legði høvuðsdentin á at byrgja fyri lógarbrotum millum børn og ung, hevur í dag eitt breiðari grundarlag at virka á – nú verður í størri mun undirstrikað, hvussu stóran týdning trivnaður og menning hevur fyri øll børn og ung. Vit vita jú, at tá trivnaðurin er góður, mennist barnið og fer sjáldan av kós við t.d. at fremja lógarbrot. Henda fyribyrgjandi kós hevur dygga undirtøku, bæði millum fakfólk og í politisku skipanini.


Sí framløguna hjá Óla her


Per Schultz Jørgensen professari, sum seinnu árini serliga er settur í samband við hugtakið ”robuste børn”, kom í síni framløgu inn á, hvussu foreldur ítøkiliga leggja treystleika niður í síni børn – við at seta tey í samband við krøvini, ið lívið setir til okkum øll. Í felag læra vit um reglur, skyldur og at taka felags ábyrgd – og ikki minst: at stýra sær.


Í einum samfelagi, har meira og meira hongur í leysum lofti, og har tunglyndið er vorðin ein fólkasjúka, er umráðandi at hin einstaki hevur fast undir fóti og tekur kennir sína ábyrgd, heldur Schultz Jørgensen. Besta støðið fær barnið í eini familju við einum fast skipaðum gerandisdegi, ið gevur tryggleika og felagsskap, heldur enn at hvør starir út gjøgnum sítt vindeyga.


Sí framløguna hjá Per her


Jógvan Zachariassen greiddi í eini livandi og hugtakandi framløgu frá teimum sárum, ið vit kunnu fáa á barnaárum, og hvussu hesi sár kunnu grøðast – við at lata upp fyri teimum hendingum, sum fingu lívið at brotna sundur. Tá ræður um at seta brotini saman aftur sum part av tí tilveru, sum lívið hevur givið okkum.


Sí framløguna hjá Jógvani her


Felagsskapurin Berin greiddi frá sínum virksemi, og hvussu tey hjálpa børnum, ið missa foreldur. Við at bera sorgina saman við børnunum, ger felagsskapurin eitt virðismikið arbeiði, sum hevur prógvað sítt virði. At børnini her kunnu savnast um sína sorg, er nakað, sum gevur teimum ein linna.


Sí framløguna hjá Beranum her


Seinnapartin var greitt frá telduspælinum Fortnite, ið tekur nógva tíð hjá mongum børnum í dag. Helst munnu flestøll vaksin, eisini foreldrini, undrast yvir, hví spøl av hesum slagi eru so fangandi. Her var áhugavert at fáa at vita, hvussu lætt atkomiligt spælið er og ikki minst ókeypis. Tá so er, kunnu øll vera við – og tey, sum ikki eru við, kunnu skjótt koma at standa uttanfyri felagsskapin.


Sí framløguna hjá Jógvani Pousen um Fortnite her


Tá so er, er gott, at børnini læra at vera saman á ein góðan máta, við at nýta positiva sálarfrøði. Hetta vístu børn úr 6. flokki á Tvøroyri nøkur dømi um. Soleiðis ber til at skapa ein sterkan felagsskap, sum øll børn eru partur av.


Sí framløguna hjá 6. flokki her


Anne Linder tók í seinastu framløguni á kveikingardegnum táttin hjá Per Schultz Jørgensen upp aftur. Hon kom nærri inn á fortreytirnar fyri tí góða barnalívinum, m.a. ein jaliga sjálvsfatan, nærleika og at duga at vera saman við øðrum fólki.


Anne Linder greiddi frá, hvussu arbeiðshátturin ICDP verður nýttur við serligum atliti at kensluliga samskiftinum millum børn, og ikki minst, hvussu fakfólk menna hesa síðuna av barninum. Tað snýr seg um at geva barninum hesar grundleggjandi førleikar, um tey gjøgnum fólkaræði skulu megna at føra samfelag okkara enn longur fram á vegnum.


Sí framløguna hjá Onnu her


- Óli Rubeksen, SSP

71 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Commentaires


bottom of page