top of page
Forfatters billedeheimogskuli

Foreldraumboðsdagur

Tann 3. Februar 2018, bjóða vit í Heim og Skúli tykkum foreldravaldu skúlastýrisumboðum til eina áhugaverda framløgu á Skúlanum við Løgmannabreyt. Tiltakið er kl.13 - 15. Mentamálaráðið hevur valt at varpa ljós á málmenning í 2018, og hava vit fingið Karolinu Matras at koma til okkara og hava eina framløgu við yvirskriftini: "Hvussu kunnu vit sum foreldur styrkja málmenningina hjá børnum okkara?" Vit bjóða sjálvandi kaffi/te og okkurt søtt afturvið.

Skrá: 13.00 Forkvinnan í Heim og Skúli Jóngerð M. Nielsen bjóðar vælkomin 13.10 Præsentatión av nevnd og luttakarum 13.30 Framløga Karolina Matras 14.00 Steðgur 14.20 Kjak sum tekur støði í framløguni hjá Karolinu 15.00 Vit taka samanum og takka fyri í dag

Vinarliga Jóngerð M. Nielsen, forkvinna í Heim og Skúli




14 visninger0 kommentarer

Comments


bottom of page