Í døgunum 14. og 15. september 2018 luttóku trý umboð úr foreldrafelagnum Heim og Skúli á norðurlendskari ráðstevnu í Gardemoen í Noreg.
Tað er Noko, nordisk kommitté, ið skipaði fyri ráðstevnuni. Noko er tann norðurlendska samstarvsnevndin ímillum landsfeløgini fyri foreldraumboðum hjá fólkaskúlanæmingum í Danmark, Noreg, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Føroyum.
Heim og Skúli gjørdist partvíst limur í Noko í 2017, har ein tvey ára avtala er gjørd. Ráðstevnan, ið bar heitið “Mangfold og tilpasning” setti fokus á hesi høvuðsevnini:
Positiv psykologi, ið finski neuropsykologurin Åse Fagerlund legði fram.
Norski Jan Sivert Jøsendahl, verkætlanarleiðari, hevði fyrilesturin: “Hur stöda elever med hög inläringspotential?”
Menningarráðgevin hjá danska ADHD felagnum, Anna Furbo Rewitz, vísti á eitt venjingarprogram, ið nevnist “Kærlighed i kaos”.
Áine Lynch, leiðari fyri National Parents Council í Írlandi helt fyrilesturin “Towards Equity in Family Engagement. More is Needed than a Good Policy”
Norska Sigrun Aamodt, deildarleiðari fyri Nasjonalt senter for flerkulturell opplæring – NAFO – hevði framløgu, um týdningin foreldur hava fyri at eydnast skal við einum góðum skúlaumhvørvi fyri næmingar, ið eru uppvaksnir við fleiri móðurmálum.
Hesi námsskeið (workshops) vóru eisini:
“Samverkan med föräldrar med ett annat språk och kultur” úr Svøríki. Anneli Nuanes og Gabriella Mattson úr Föräldraalliansen stóðu fyri hesum.
“Lær med familjen” úr Danmark. Mette With Hagensen og Morten Kruse úr Skole og Forældre stóðu fyri hesum.
“The Islandic Model for prevention of substance abuse among teens” úr Íslandi. Hrefna Sigurjónsdóttir úr Heimili og Skóli stóð fyri hesum.
Her er ein leinkja til fleiri av fyrilestrunum.
Noko ráðstevnan er annaðhvørt ár í skiftum í teimum norðurlendsku londunum. Formansskapurin varð nú latin úr Noreg til Íslands, sum verður vertur á komandi ráðstevnuni í 2020.
Fyri Heim og Skúla luttóku Mildrid á Lógv úr skúlastýrinum í skúlanum á Skúlatrøð, Jóhan Müller úr skúlastýrinum í Vestmanna skúla og Rúna Antoniussen úr skúlastýrinum í skúlanum á Løgmannabreyt.
Heim og Skúli
Comments