Týskvøldið 6. november kl 19.30 verður áhugaverd almenn kvøldseta í Norðurlandahúsinum.
Tá fara tveir nógv umbidnir fyrilestrarhaldarar – Astrid Tonette Sinnes, professari úr Noregi, og Thomas Ravn-Pedersen, stjóri á Verdens bedste nyheder úr Danmark – at vísa á, hví tað eisini er týdningarmikið hjá okkum her í Føroyum at lata børnini arbeiða við teimum 17 heimsmálunum, sum skulu tryggja ein betri, javnari og burðardyggari heim.
Kvøldsetan er ætlað almenninginum har ímillum foreldrum, limum í felagnum Heim&skúli, námsfrøðingum, foreldraráðum, Námsvísindadeildini og øðrum lesandi á Setrinum, lærarum á miðnámi, fjølmiðlum, politikarum, kommunustýrislimum, ja, øllum sum arbeiða við ella vara av børnum og ynskja ein burðardyggari heim.
Astrid Tonette Sinnes, professari í náttúruvísindi og læring við Norges miljø- og biovitenskaplige universitet, fer a tosa um avbjóðingina við at geva øllum næmingunum neyðugan kunnleika og førleika til at náa eini burðardyggari menning fyri ár 2030. Hvussu kann skúlin geva næmingum ástøðiligar og verkligar førleikar til at møta teimum mongu avbjóðingunum, ið eru knýttar at burðardyggu menningini?
Thomas Ravn-Pedersen, stjóri á verdensbedstenyheder.dk fer at gera status yvir, hvussu væl tað sum heild gongst í heiminum beint nú, fyri síðani at hyggja út í framtíðina og greiða frá fátækt, ójavna og veðurlagsbroytingum – og hvussu vit og børn okkara við teimum 17 heimsmálunum kunnu gera mun.
Kvøldsetan fyri almenninginum verður hildin í sambandi við læraradagarnar, sum eru fyri allar lærarar í landinum. Læraradagarnir verða í Norðurlandahúsinum 6. og 7 november og tað eru Nám og Mentamálaráðið, sum skipa fyri.
Skráin týskvøldið, 6. november kl. 19:30:
Fyrilestur: Útbúgving til burðardygga menning - orð í verki Astrid Tonette Sinnes, (NO), professari í náttúruvísindi og læring við NMBU
Undirhald við Jákupi Dahl
Fyrilestur: Heimsins týdningarmesta ætlan Thomas Ravn-Pedersen, (DK), stjóri á Verdens Bedste Nyheder (verdensbedstenyheder.dk)
コメント