Stað: INOVA, Hoyvíksvegur 51, Tórshavn.
Kl. 10.00: Framløga
Martin Karl Olsen, 1. varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum hugleiðir um Vitanet, ið er ein skrásetingarskipan til uppmøting hjá næmingum. Tíð verður eisini sett av til spurningar um evnið.
Kl. 11.00 : Aðalfundur
Fundarskrá
1. Val av fundarstjóra
2. Val av fundarskrivara
3. Kanna um fundurin er lógliga fráboðaður
4. Ásetan av fundarskrá
5. Ársfrágreiðing
6. Framløga av ársroknskapi til góðkenningar
7. Áseting av limagjaldi
8. Framtíðar mál hjá felagnum
9. Uppskot til samtyktar
10. Val av nevnd
11. Ymiskt
Um tit hava nøkur uppskot til aðalfundin at taka upp til samtyktar, vinarliga sendi tey skjótast til ber til nevndina í Heim og Skúla.
Teldupostadressa: heimogskuli@gmail.com
Møtið fjølment!
Vinarliga
Nevndin í Heim og Skúla
Comments