top of page
Forfatters billedeheimogskuli

Ársfrágreiðing 2007 Heim og Skúli

Aftaná at skipanin við skúlastýrum varð sett í gildi í 2001 hava foreldraumboð í skúlastýrum víst á tørvin á skipaðum samskifti og samstarvi millum foreldraumboðini á ymsu skúlunum.


Ì fleiri økjum kring landið funnu foreldraumboðini hættir at skapa samstarv, og í Tórshavnar kommunu førdi hetta til eitt skipa samstarv millum allar skúlastýrisformenninar í kommununi. Í 2005 varð eitt foreldraumobð biðið av Mentamálaráðnum um at luttaka sum foreldraumboð í hoyringsbólki í sambandi við fyrireiking av PISA-kanningum í Føroyum. Tá tað ringa úrslitið frá PISA-undankanningini í september 2005 varð greitt, ynsktu vit sum foreldraumboð at luttaka í PISA-arbeiðsbólki fyri at vera við til at vísa á týdningin av foreldraleiklutinum í sambandi við skúlagongdina hjá børnum okkara. Treytin fyri at luttaka í hesum arbeiði vísti seg at vera at foreldur vóru skipaði í einum felag og fáar vikur seinni elvdi hetta til at foreldrafelagið Heim og Skúli varð sett á stovn 10.juni 2006 á fundi í Kommunuskúlanum.


Endamálið hjá felagnum er at menna samstarv millum heim, skúla og aðrar samfelagsstovnar við tí fyri eyga at betra livikorini hjá børnum. Felagið varar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum at børnum í føroyskum skúlum.


Aðalfundurin valdi 3 fólk í nevnd: Gudny Hentze av Sandi, Marni Tyril úr Gøtu og Lis Mortensen, Hoyvík. Nevndin skipaði seg sjálv við Lis sum formanni og Gudny sum skrivara. Heimasíðan hjá felagnum er www.heimogskuli.fo


Nú er skjótt hálvtannað ár gingið síðan Heim og Skúli byrjaði sítt virksemi og skjótt gjørdist greitt, at tørvurin á felagnum er stórur, og uppgávurnar eru nógvar.


Felagið fekk sín lim í PISA-arbeiðsbólkinum. Í oktober handaði bólkurin eitt álit til landsstýrismannin við uppskotum um 45 tiltøk, sum kundu fremjast fyri at styrkja fólkaskúlan. Álitið fæst á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum og í Heimi og Skúla. Um fáar vikur, nevnliga tann 4.desembur, vera úrslitini almannakunngjørd frá PISA-kanningini í mars 2006. Úrslitini vera kunngjørd í øllum luttakandi londunum sama dag.


Felagið hevur fingið ymisk uppskot til lógir og kunngerðir til hoyringar, eitt nú broytingarnar í fólkaskúlalógini og stovnsetingina av Miðlaráðnum. Mentamálaráðið hevur bjóðað Heimi og Skúla at tilnevna eitt foreldraumboð til lim í Miðlaráðnum.


Í september 2006 hevði felagið møguleika við fígging frá Mentamálaráðnum og Føroya Kommunufelag at senda eitt umboð til ráðstevnu í Danmark hjá øllum teimum norðurlendsku foreldrafeløgunum. Evnið á ráðstevnuni var test og evaluering. Eitt rættiliga viðkomandi evni, sum var nógv frammi í samfelagskjakinum aftaná vánaligu PISA-úrslitini. Tilfarið frá ráðstevnuni er tøkt á heimasíðuni hjá felagnum. Ráðstevnan í Danmark gjørdist serliga týdningarmikil fyri Heim og Skúla, tí við hesum fundi eydnaðist at knýta samband og samstarv við hini norðurlendsku foreldrafeløgini. Fleiri av feløgunum eru rættiliga gomul. Okkurt teirra hevur virkað í yvir 100 ár, og tey hava savnað saman ein hóp av royndum og tilfar.


Aftaná hesa ráðstevnu hevur formaðurin vitja skúlar og felagsskapir í Føroyum og endurgivið tilfar frá ráðstevnuni, sum vísti nakað av tí nýggjasta sum vit vita um hvønn týdning foreldur hava fyri skúlagongdina hjá okkara skúlabørnum.


Í desembur 2006 varð eitt liðugt uppskot til reglugerð sent út til øll skúlastýrini í Føroyum. Nakrar viðmerkingar komu inn og ymsar tillagingar vóru gjørdar. Sambart hesi reglugerð eru øll foreldraumboð í skúlastýrunum føddir limir í felagnum Heim og Skúli, og øll foreldur við skúlabørnum hava møguleika til at melda seg inn í felagið. Í dag er henda reglugerð klár til endaliga viðgerð av aðalfundinum.


Hetta er ein stuttur úrdráttur úr virksemi felagsins í tí farna árinum. Hetta virksemið vísir, at tørvur er á einum felag sum Heim og Skúla. Tað er neyðugt, at leikluturin hjá okkum foreldrum við skúlabørnum verður lýstur og styrktur. At vit fáa at vita hvat tað er sum krevst av okkum. Og tað er týdningarmikið, at foreldur við skúlabørnum fáa eina rødd, sum kann bera fram ynskir til, hvussu tann føroyski barnaskúlin skal mennast í árunum sum koma. At lærarar, skúlaleiðslur og politikkarar fáa at vita, hvørji ynski vit hava til ein góðan føroyskan barnaskúla.


Takk fyri.



3 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Comments


bottom of page