top of page
Forfatters billedeheimogskuli

Ársfrágreiðing 2013 fyri Heim og Skúli

18/02/2012 var árligi aðalfundurin hildin á Skúlanum á Argjahamri. Tá var nevndin víðka til at hava 5 limir, við tí vón at arbeiðsbyrðan kundi javnast meir út. Nevndin var Mai Laksafoss, Majbrith Reynskor, Símun Jóannesarson Hansen, Justin Philbrow og Katrin á Lakjuni.


Á aðalfundinum var mælt til at nevndin millum annað raðfesti; at Heim og Skúli skuldi gerast meira sjónligt í samfelagnum, tætt samstarv mátti fáast í lag við øll skúlastýrið í landinum, fáa eina betri og virknari heimasíðu og ikki minst, at fáa fígging til vega, soleiðis at felagið kann koma upp á sama støði, sum feløgini í okkara grannalondum.


Eftir at nevndin hevði skipað seg 28. februar 2012 við Mai sum forkvinnu, og Majbrith sum skrivara, vóru visjón, endamálsorðing og mál kortløgd og raðfest.


Vit valdu at arbeiða við niðanfyristandandi punktum:


1.) Heim og Skúli skal vera røddin hjá foreldrum.

  • Gera Heim og Skúla meira sjónligt

  • Heimasíða, facebook, bloggar, miðlar o.s.fr.

  • Búmerkið

  • Prentlutir

  • Heiðursgávur

2.) Tættari samstarv millum skúlastýrini og Heim og Skúla.

  • Skúlastýris Økisbólkar

  • Møgulig ”rating” av skúlunum í Føroyum (eftir leistin hjá Íslendska foreldrafelagið, rating baserað uppá heim og skúla samstarv)

  • Ráðgeving – bæði foreldur og skúlastýrið (her má heimasíðan gerast meiri innbjóðandi)

  • Hugskot og royndir (hava líkasum ein banka inni á heimasíðuni við hugskot og royndir við heim og skúla samstarvi)

3.) Skipa Heim og Skúla.

  • Skaffa pening til rakstur (limagjald frá foreldrum, sponsorar, MMR og kommunufelagið, granskingarpengar)

  • Skrivstova til felagið

1. Tað fyrsta sum var raðfest var at felagið máti blíva meira sjónligt.

Tað at felagið var meira sjónligt, var hildið at vera neyðugt, fyri yvirhøvur at kunna arbeiða við hinum punktunum. Tí var fyrst útskrivað ein búmerkjakapping, og í tí sambandinum var farið út til fjølmiðlarnar, har vit fingu eitt sindur av umrøðu í bløðunum, portalunum og útvørpunum. Áhugin at senda inn uppskot var ikki stórur, men vit fingu 2 uppskot at velja ímillum, og vit valdu tað, sum nú er á heimasíðuni. Vinnarin var Bogi A. Øster. Nema stuðlaði við at lata vinningin.


Nevndin hevur annars hetta seinasta árið haft framløgur á nøkrum felagsforeldrafundum runt um í landinum, á  skúlaleiðaradegnum og á læraradegnum. Verið í fjølmiðlunum um ymiskt; eini 14 ferðir til samans. Eisini var serlig áherðsla løgd á, at varpa ljós á týdningin av foreldraávirkan, tá ið skúlastýrið skuldu veljast saman við kommunuvalinum í november 2012.


Heimasíðan hevur ikki verið nakað serliga aktiv. Valt var heldur at brúka facebook síðuna hjá Heim og Skúli. Har hevur ikki verið nógv kjak, men javnan eru ymisk tíðindi og greinar, ið hava við skúlan og foreldur at gera, verið deild har. Har eru um 211 limir.


2. Tættari samstarv við skúlastýrið.

Vit hildu, at fyri at kunna arbeiða víðari við samstarvinum millum heim og skúla, var neyðugt at vita eitt sindur meira um, hvat støðan er í løtuni. Tí var farið undir at samla inn upplýsingar um hetta. Eitt spurnarblað var sent út til øll skúlastýrið í landinum. Spurningarnir vóru um samstarvið millum heim og skúla, og um skúlastýrini høvdu arbeitt við teimum tingunum, sum eru áløgd teimum í lógini fyri skúlastýrið. Hugsanin við spurnarblaðnum var eisini, at byrja uppá at samla hugskot og royndir frá skúastýrunum, og síðan leggja tilfarið út á heimasíðuna.


Bert 9 skúlastýrið svaraðu. Ein forkláring kann nokk vera, at hetta var akkurát tá ið nýggj skúlastýrið vóru vald (og tí glapp spurnarblaðið niður ímillum?); men hetta er nakað, sum má takast upp aftur í endanum av 2013. Av teimum sum svaraðu var greitt, at fá mál koma fyri skúlastýrið, sum er reist av foreldrum. Í flestu førum vóru eingin mál reist. Eisini var greitt, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv skúlastýrini takast við tað, sum er álagt teimum. Hetta stuðlar undir tað, sum nevndin vantaði, nevniliga at tað er ikki heilt greitt fyri limirnar í skúlastýrunum (kommuna, skúlaleiðsla, lærarar og foreldur), hvat fyri uppgávur og heimildir skúlastýrið hava. Men av tí at so fá svaraðu, kann kanningin ikki brúkast til nógv meira, enn at vera ein vegleiðing, til næsta kanning verður gjørd.


Eisini var heitt á Mentamálaráðið um at skipa fyri førleikamenning av skúlastýrunum. Serliga nú aftaná skúlastýrisvalið. Um einki annað, so t.d. á líknandi hátt, sum MMR gjørdi aftaná skúlastýrisvalið í 2008. Men higartil hevur MMR ikki latið frætta aftur um hetta.


3. Skipa felagið Heim og Skúla

Felagið koyrir sum nú er, bert um tað eru foreldur, sum vilja ofra tíð (og til tíðir eisini pengar) til felagið. Tað var staðfest beinanvegin, felagið var stovnað, at felagið mátti hava pengar at arbeiða við, um tað veruliga skuldi kunna vera skúlastýrum og foreldrum til hjálpar. Felagið hevur fleiri ferðir verið í samband við Mentamálaráði í eini roynd, at fáa skipaði forhold og eina fíggjarætlan at arbeiða við. Men MMR hevur fyrr sagt, at tey bert kunnu hjálpa við at geva felagnum eitt skrivstovu pláss. Hetta seinasta árið hevur felagið 4 ferðir skrivað (og forkvinnan hevur ringt) og roynt at fingið fund í lag við MMR og Landstýrismannin í Mentamálum, men einki svar er komið til nakað av skrivunum.


Felagið hevur higartil haft fígging frá einkultum sponsorum/persónum, men tað er ikki nokk til at reka felagið, og í verandi støðu skyldar felagi um 1000,- kr.


Nevndin er tí komin við einum ítøkiligum uppskotið at leggja fyri ársaðalfundin um, at skúlastýrið gjalda eitt limagjald, grundað á hvussu nógv børn ganga í skúlanum hjá teimum. Peningurin sum kemur frá tí, er ikki nokk í sær sjálvum, men skuldi veri nokk til tann vanliga raksturin, sum er at hava eina heimasíðu og kunnu lýsa í miðlunum (t.d. til aðalfund) og til onkrar smáar prentlutir t.d. um skúlabyrjan.


4. Samanum tikið

Felagið hevur haft 5 fundir síðani seinasta aðalfund, og annars haft samband og tosa saman um tingini á Facebook-bólkinum hjá nevndini (eitt lukkað forum til tey 5 í nevndini). Felagið hevur verið meira sjónligt í fjølmiðlunum í ár enn fleiri av undanfarnu árunum, og hevur fingið eina byrjan uppá at hava ein dialog við skúlastýrið runt um í landinum (spurnarkannigin).


Av ymiskum orsøkum hevur forkvinnan ikki kunna verið aktiv síðani summarið 2012; og á seinasta fundi bað hon um at sleppa frá sum forkvinna. Nevndin avgjørdi, at Justin skuldi virka sum formaður fram til ársaðalfundin. Nevndin hevur verið við skerdari manning nógv av seinasta árinum, og ymiskt hevur verið, hvussu vit hava fingið stundir at fundast. 4 ting tykjast at hava ávirkað hetta:

  1. Arbeiðið bindur í so nógv formannin, og tað kann drena, serstakliga um persónurin hevur verið í felagnum í fleiri ár.

  2. Áhugin fyri felagnum frá skúlastýrunum og MMR hevur eyðsæð ikki verið stórur seinastu nógvu árini, og hetta kann ávirka hugin at virka fyri felagið.

  3. Tríggir av nevndarlimunum vóru ikki afturvaldir í teirra skúlastýrið eftir valið í november 2012, og tey føldu tí, at tey ikki høvdu lokalan stuðul til at arbeiða víðari í nevndini.

  4. Felagið hevur ongar inntøkur, sum nú er. Hetta ger, at summi í nevndini hava stuðlað felagnum av sínum egna lumma. Vit hava sent eina áheitan til MMR um eina minimums  fíggjarætlan, men einki svar er komið aftur enn. Eitt uppskot liggur so nú til aðalfundin at avgera.

  5. Frameftir

Tað eru fleiri mál fyri framman, sum hava tørv á einari felags foreldrarødd.

Á tí politiska pallinum er tørvur á, at foreldur koma við uppbyggjandi áhuga og møguligum mótspæli til broytingar á skúlaøkinum. Bæði hvat viðvíkur sparingum, men avgjørt eisini um innihald.


Á skúlastýrispallinum er tað so at siga eingin, sum tekur sær av at førleikamenna tey foreldur, sum sita í stýrunum. Tí er leisturin sum skúlastýrini taka upp, oftani eftir tí sum skúlaleiðslan metur. Tí síggja vit, at skúlastýrið eru í nógvum førum ikki blivin til tað, tey upprunaliga vóru lóggivin til at vera, og í summum førum fungera tey ikki, og í fleiri førum eru stýrini bert har at blástempla skúlaleiðsluna. Hetta avspeglast so aftur í áhuganum hjá foreldrum at taka lut í skúlastýrisarbeiði.


Samstundis er einki forum (uttan felagið Heim og Skúli), har skúlastýrið kunnu kjakast um royndir og trupulleikar tvørtur um skúlaøkir. Hetta ger, at hvørt skúlastýrið sær situr møguliga inni við vitan og/ella trupulleikum, sum í roynd og veru ikki bara er lokalt, men sum bæði kann vera trupult at loysa lokalt, ella at ein loysn longu er funnin aðrastaðni, sum kann brúkast.


Á lokala pallinum er samstarvið millum heim og skúla ógvuliga ymisk, og tykist at vera bundið at einkultum eldsálum millum foreldur, og hvussu áskoðanin hjá skúlaleiðslum er til at birta uppundir heim og skúla samstarvið. Tí er samstarvið oftani avmarkað til at fokusera uppá, at tað gongur gott millum einkulta læraran og foreldur, og at tað ikki eru negativir trupulleikar. Tað manglar at lyfta hetta samstarvið javnt yvir allar skúlar, og til at blíva til eitt samstarv, sum arbeiðir við teimum positivu møguleikunum, sum eru í  heim og skúla samstarvinum.


Vegna nevndina í Heim og Skúla

Justin Philbrow



18 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Comments


bottom of page