Áhugaverd kanning av lesivanunum hjá næmingum í 4., 6. og 9. flokki almannakunngjørd á eina nýggja heimasiðu, málmenning.fo.
Kanningin er ein støðulýsing av eitt nú, hvussu ofta og nógv børn í hesum trimum árgangum lesa, hvat tey lesa, á hvørjum máli og á hvørjum miðli tey lesa.
Hjá teimum flestu børnunum, sum hava tikið lut í kanningini, stendur lesing ikki ovarlaga á skránni; tveir triðingar ella 65,6 prosent av øllum børnunum lesa sjáldan ella ongantíð í frítíðini. Býtt út á teir tríggjar árgangirnar, so lesa 33 prosent av næmingunum í 4. flokki í frítíðini, 28 prosent av næmingunum í 6. flokki og 12 prosent av næmingunum í 9. flokki.
Líknandi kanning er gjørd í Danmark á heysti 2017; samanborið við javnaldrarnar í Danmark lesa børn í Føroyum nógv minni, hóast børn í Danmark hava væl longri skúladag, mangastaðni væl longri leið í skúla og brúka líka nógva tíð til talgildu miðlarnar sum føroysk børn. 62 prosent av børnunum í 4. flokki og 42 prosent av børnunum í 6. flokki í Danmark lesa fleiri ferðir um vikuna; tað er í roynd og veru tvífalt so nógv sum í Føroyum.
Sí grein her
Sí kanning her
Comments