top of page
Forfatters billedeheimogskuli

Valfundur um fólkaskúlan í auluni á Námsvísindadeildini hósdagin 1. Desembur

Fólkaskúlin er grundin undir vælferðarsamfelagnum. Tað halda vit undirritaðu, sum hósdagin 1. desembur kl. 15.15 - 17.00 skipa fyri valfundi um fólkaskúlan í auluni á Námsvísindadeildini, har almenningurin og umboð fyri allar politisku flokkarnar eru boðin við.

Skúli, útbúgving og vitan eru týdningarmikil evni at taka fram í valstríðnum. Tí ynskja vit kjak um fólkaskúlan, og tey viðurskifti hann virkar undir.

Vit geva valevnum ein pall til júst at seta fólkaskúlan á skrá. Ongir tunlar, loysing ella samband, bara fólkaskúlin.

Læraraútbúgvingin hevur meir enn 150 ár á baki, Lærarafelagið er næstelsta fakfelag í landinum, og í 2006 fingu vit Heim og Skúla, tí kunnu vit í dag ditta okkum at spyrja:

Er fólkaskúlin vorðin eitt prosjekt hjá seráhugamálum í dagsins samfelag, ella um skúlin er trygdin fyri dannilsi, fólkaræði, samhaldsfesti og samfelagsmenning í komandi tíðum?

Hevur tú hug at hoyra, hvat valevnini hugsa um fólkaskúlan? Ella kanska hevur tú spurningar til valevnini? Jamen, so er at koma í auluna á Námsvísindadeildini hósdagin 1. desembur klokkan 15.15 ella hygg við á stroymingina.

Birgir Kruse er orðstýrari.


Føroya Lærarafelag Námsvísindadeildin Foreldrafelagið Heim & Skúli




23 visninger0 kommentarer

Comments


bottom of page