top of page
  • Forfatters billedeheimogskuli

Floksráð í skúlunum

Samstarvið millum skúlan og heimið eigur at fáa eitt størri innihald komandi tíðina, og spurningurin er, hvussu vit á bestan hátt fremja hesa broyting á ein hátt, sum riggar til føroysk viðurskifti.

Foreldur hava avgerandi týdning fyri, hvussu væl skúlanæmingarnir taka vitan til sín. Henda veruleika mugu vit taka til okkum og skapa pallar, har lærari, foreldur og næmingar hava høvið til at geva samstarvinum innihald.


Ein møguleiki er at skipa floksráð við 2 foreldrum, flokslærara og 2 næmingum eftir sama leisti sum í Danmark og Noregi. Floksráðið skal vera við til at skapa trivnað í flokkinum, skipa fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið og styrkja læringsumhvørvi.


Í endamálsorðingin í fólkaskúlalógini stendur: Fólkaskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúp-hugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.


Floksráðið skal vera eitt av varðhaldunum fyri hesa endamálsorðing og arbeiðssetningurin hjá floksráðnum skal vera at gera hesa endamálsorðing ítøkiliga fyri næmingin, læraran og foreldrini í gerandisdegnum í skúlanum. Floksins tími kann eisini nýtast sum partur í at fylgja hesi endamálsorðing.



9 visninger0 kommentarer
bottom of page