top of page
Forfatters billedeheimogskuli

Foreldur og ung: góðtakið ikki harðskapin við tøgn!

Opdateret: 1. feb. 2018

29.mars 2007 Hendingin á Tinghúsvøllinum í vikuskiftinum er niðrandi viðferð, sum eingin skal finna seg í, og harðskapur kann undir ongum umstøðum góðtakast.

Málið um ógvisliga harðskapin í Havnini leygarnáttina er skelkandi. Ein ungur 16 ára gamal havnadrongur verður speirikin og háaður, avbukaður og meiðslaður í andlitinum av fleiri ungum monnum. Hóast hetta fer fram í mitt í miðbýnum, í klubbagarðinum og omaná Tinghúsvøllin, kemur eingin honum til hjálpar, ongin ringir eftir hjálp og eingin stígur fram aftaná við vitnisfrágreiðing. Hvat er tað, sum hendir her? Vóru gøturnar fólkatómar, ella er okkara ungdómur í ferð við at gerast líkasælur, harðligur, rasistiskur og ræddur?


Vit vita ikki akkurát, hvat hendi í býnum hesa náttina. Tað er heldur ikki upp til hvønn einstakan okkara at kenna allar smálutir um hesa hending, ei heldur at draga álopsmenninar til svars fyri illgerðina. Hetta er uppgávan hjá løgregluni og dómsvaldinum.


Tað er hinvegin okkara ábyrgd - sum menniskju, føroyingar, ung, vaksin, foreldur, borgarar, politikkarar - at steðga á og stríðast ímóti vanvirðingini og harðskapinum í føroysku mentanini! Vit hoyra, at hetta er langt frá fyrstu ferð, at tann ungi føroyingurin er álopin. Aðrir føroyingar og útlendingar hava á sama hátt verið frammi í fjølmiðlunum seinastu tíðina, tí tey støðugt uppliva niðrandi viðferð og eyðmýkjandi harðskap. Orsøkirnar eru so mangar, - so ert tú reyðhærdur, dimmholdaður, kvinna við áraknútum, tjúkk, samkyndur ella okkurt annað. Vit kalla hetta homofobi, rasismu, chauvinsmu og okkurt afturat. Tað broytir ikki tað grundleggjandi í hesum málunum. Hetta er niðrandi viðferð, sum vit ikki skulu finna okkum í, og harðskapur kann undir ongum umstøðum góðtakast. Tað er er alla æru vert, at Landsstýrið við at taka málið upp á fundi sendir út henda boðskapin, at vit skulu ikki góðtaka vanvirðing og harðskap.


Fleiri skúlar gera í hesum døgum nógv burturúr at seta fokus á trivnað og sosialar førleikar hjá skúlabørnum og happing í skúlunum. Ein landsumfatandi kanning av happing innan skúlagátt er í gerð, og væntandi verður úrslitið longu tøkt um fáar vikur. Hesi úrslit leggja grundarlag fyri langsiktaðum tiltøkum á skúlunum, sum geva børnunum amboð, innlit og førleika til at standa ímóti og ikki finna seg í vanvirðing og harðskapi.


Niðrandi hugburðurin í okkara mentan stingur djúpt. Tí mugu vit foreldur stuðla skúlunum í arbeiðnum móti happing og leggja í okkara børn, at harðskapur skal ikki góðtakast undir nøkrum umstøðum. Vit mugu halda fast í, at vit hava øll rætt til virðing og tryggleika. Vit mugu siga við okkara ungdómar, at síggja tit nakað tílíkt, sum t.d. hetta sum hendi í klubbagarðinum leygarnáttina, so ringið til løgregluna! Meldið hendingina! Fotograferið hendingina við fartelefon! Fyri alt í verðini, lat ikki sum einki, - lat ikki tílíkt bara fara framvið! Tosið við onkran aftaná! Fáið um neyðugt stuðul til at melda slíkar hendingar til løgregluna!


Løgreglan heitir á fólk, sum hava sæð hendingina, um at traðka fram og geva vitnisfrágreiðing. Um tílík vitni eru, so mugu vit vóna, at tit finna dirvi til at boða løgregluni frá.


Skulu tey glaðu menniskjuni framvegis sleppa at njóta býin, eisini um náttina, so mugu vit nýta eitthvørt høvi til at gera tað ótrygt hjá ófriðakroppum at spjaða ótta og frítt at gera seg inn á onnur fólk.


Vegna Foreldrafelagið Heim og Skúla


Lis Mortensen,

Gudny Hentze og

Marni Tyril



8 visninger0 kommentarer

Comments


bottom of page