top of page
Forfatters billedeheimogskuli

Hoyringsskriv til broytingar av Fólkaskúlalógini

Viðmerkingar til hoyring av broytingum í fólkaskúlalógini Heim og Skúli Mars 2007

Lógaruppskotið hevur nógvar broytingar, sum Heim og Skúli fult kann taka undir við. Fleiri av broytingunum bera boð um hugburðsbroytingar, - eitt nú at leiðsla skal raðfestast hægri og eftirmeting skal gerast vanligari partur av skúlagongdini, fyri bert at taka fram tvey av nógvum dømum.


Tað hevur stóran týdning, at Mentamálaráðið støðugt fylgir hesum broytingum upp við m.a. at senda út upplýsandi tilfar til skúlar og foreldur. Ein avgjørd treyt er, at Mentamálaráðið tryggjar og krevur, at lærarar støðugt luttaka á skeiðum og nema sær nógvar av hesum nýggju førleikunum. Tað er eisini av stórum týdningi, at Mentamálaráðið tryggjar og krevur at gransking fer fram í økinum, soleiðis at vit hervið fáa ítøkiliga vitan um veruleikan hjá føroyska fólkaskúlanum.


Tað ljóðar gott at §4, stk 3 og 4, boða frá betri sernámsfrøðiligari hjálp. Hetta mugu vit skilja sum, at mannminkandi mangulin uppá tímar til treingjandi børn hervið hvørvur.


Tað er gott, at lógin í §10 leggur upp til skipað samstarv millum lærarar og pedagogar í teim yngstu flokkunum. Hetta samstarv er tiltrongt og gevur møguleikar fyri at skapa eina betri heild fyri barnið, sum hevur tað einfalda endamálið at skapa ein góðan skúla fyri tað einstaka barnið.


Vit taka undir við §12, har foreldur ikki uttan víðari kunnu avvísa serundirvísing, sum næmingurin hevur tørv á. Hinvegin er tað umráðandi, at skúlin skapar gott samstarv við foreldur, - ikki minst fyri at stuðla næminginum. Skúlin má fáa hjálp til hetta um tað gerst neyðugt.


So vítt vit duga at síggja sigur §13 einki um hvussu undirvísingin á teim heilt smáu skúlunum skal skipast, annað enn at fleiri flokkar verða slidnir saman. Viðhvørt rigga teir smáu skúlarnir væl, men vit kenna ov nógv dømir um, at tað er trupult í dag at skipa nøktandi undirvísing fyri børnum í heilt smáum skúlum. Viðhvørt hevur støðan verið tann, at eitt ella fleiri ættarlið av bygdabørnum trívast illa við tí eina læraranum av fakligum ella øðrum orsøkum, og aðra staðni støðast lærarar sera stutt á teim smáu skúlunum. Vit meta at tað er alneyðugt at skapa nógv størri samstarv um undirvísingarmøguleikar á teim smáu skúlunum og vit vóna, at eftirmetingarskipanin fer at hjálpa til við at vísa úrslitini av hesum.


Vit taka fult undir við §14 um at næmingar og foreldur regluliga fáa at vita hvat skúlin arbeiðir við. Her er tørvur á at skapa broytingar, bæði av hugburði og arbeiðslagi. Næmingar og foreldur mugu á ein konstruktivan hátt fáa at vita hvørji mál vera sett fyri næsta skúlaárið, og í nógv størri mun fáa kunning um komandi vikurnar heldur enn bert kunning um tað sum er farið. Fyri at ikki hvør lærari má uppfinna sín egna máta at gera hetta uppá er alneyðugt at lærarar sleppa á skeið. Tað er ikki minst neyðugt, at skúlaleiðslurnar fáa tilboð um skeið til at síggja møguleikarnar, krøv og treytir til slíka skipan. Av øllum teimum broytingum, sum eru nevndar, hevur júst hendan broytingin møguleika til at geva eitt avgerandi stórt avkast, tí foreldur við hesi kunning í nógv nógv størri mun fáa amboð og innlit til at stuðla barninum, og hervið kunnu draga somu línu sum lærarin.


Tað er sera gott, at undirvísingin í teim yngru flokkunum nú verður styrkt við fleiri skúlatímum yvir nøkur ár. Vit sakna, at undirvísingin í náttúrulærugreinunum í teim eldru flokkinum á sama hátt verður styrkt.


Viðmerking til §35: Lærararnir. Tað má gerast møguligt hjá kvalificeraðum fólki at fáa starv á einum skúla, hóast hesi ikki hava læraraútbúgving. Einstøk dømi eru um vællærd fólk við góðum eginleikum sum lærari, sum hava ov skerdar møguleikar at fáa fast starv á einum skúla. Hóast hesi fólk kunnu hava eina góða og viðkomandi útbúgving aðra enn læraraútbúgvin, vera tey viðgjørd sum ófaklærd. Hetta ynskja vit verður broytt soleiðis at einstøk kvalificeraði fólk hava møguleika at gjøgnumganga eina skipaða meting við atliti til at geva fulla læraragóðkenning.


Í §41 verða amboðini hjá skúlanum styrkt í sambandi við næmingar við ymsum trupuleikum. Vit átala, at stk 4 einki nevnir um samstarv við foreldur. Her átti at verið orðingar um samstarv við foreldur, evt við hjálp frá barnavernd, soleiðis, at síðsta stig á vegnum er at leiðslan hevur heimild til at taka endaligu avgerðina um at flyta næmingin á annan skúla. Sama er galdandi fyri stk 6.


Leiðarastørv

Í sambandi við setan av leiðarastørvum á skúlanum:

Skúlaleiðarastørv eiga at vera áramálsett í t.d. 5-7 ár við møguleika hjá sitandi leiðarum at søkja aftur, tá eitt setunarskeið er runnið. Hetta kann vera við til at:

1. - geva leiðarum ein 'legalan' møguleika at fara úr leiðarastarvinum, tá teir 'hava givið sítt'.

2. – geva møguleika hjá einum skúla at sleppa av við leiðara, sum ikki hepnast serliga væl. (Ein vánaligur skúlaleiðari í lívsstarvið hevur ávirkan á nógv ættarlið og um ávirkanin er negativ setur ta dám á heilar bygdir/býlingar)

3. - fáa størri dynamikk í skúlaverkið! (Tað skal verða ein avbjóðing at taka við einum skúlaleiðarastarvi, og ikki bert ein forlongdur umsitingararmur hjá MMR. Stóra talið av skúlum í ymsum støddum við stuttari fjarstøðu at ferðast ímillum burdi givið møguleikar fyri, at leiðaraevnir finna sær avbjóðingar, sum hóska til teirra áræði og royndir.)

4. - dugnaligir og vællýddir leiðarar hava møguleika at vera verandi, við at starvið kann søkjast aftur eftir áramálsetingina.


Vegna foreldrafelagið Heim og Skúla


Lis Mortensen

Forkvinna fyri Heim og Skúla



13 visninger0 kommentarer

Comments


bottom of page