Ein fyrispurningur er komin til felagið um valrætt og valbæri til skúlastýrið í sambandi við foreldramyndugleika. Nevndin viðgjørdi spurningin á fundi 15. juni 2013 og svaraði spyrjaranum.
Í stuttum snýr málið seg um, at tað í Føroyum eru fleiri foreldur, serliga pápar, sum ikki formliga hava foreldramyndugleika. Hesi hava ikki valrætt ella valbæri til skúlastýri, tí sambært fólkaskúlalógini § 50 og § 2, stk.1. í kunngerð um val til skúlastýri er tað formliga bara tann, sum hevur foreldramyndugleika, sum hevur valrætt og valbæri. Hetta ger, at tað reelt eru fleiri foreldur, oftast pápar, sum ikki formliga hava valrætt og valbæri.
Hinvegin er tað so sambært kunngerðini § 5 stk. 1 og 2 at tey, sum sambært skráseting skúlans eru skrásett sum foreldur at næmingum, hava valrætt og valbæri. Nevndini kunnugt er praksis í øllum førum summa staðni, at eisini tey, sum ikki hava foreldramyndugleika á pappírinum, men sum eru foreldur og virkið luttaka í samskifti millum heim og skúla, eru skrásett sum foreldur hjá skúlunum og fáa tann vegin valrætt og valbæri. Altso tulka summir skúlar lógina eitt sindur leysari, hugsa kanska mest um ætlanina ella andan í lógini. Nevndin metir, at hetta er áhugaverdur spurningur, sum átti at verið kannaður nærri. Um okkurt skúlastýri ella onkur foreldur hava viðmerkingar ella ítøkiligar royndir við hesum spurninginum, so frætta vit fegin á heimogskuli@gmail.com
Comments