Foreldrafelagið Heim og Skúli eru sum heild positiv um at lærararnir fáa meira tíð at fyrireika skúlaárið fyri næmingarnar, men vit undrast yvir fleiri sjónarhorn í at summarferian fyri næmingarnar verður longd eina viku.
Hendan eyka frívikan kann geva trupuleikar hjá foreldrum at yngru børnunum at fáa barnaansingina at ganga upp. Tí undrast vit um at hetta er sett í gildi uttan hoyring og samskipan við kommunurnar á hesum økið.
Harafturat ljóðar tað ikki, sum at nakar hevur biðið um hesar ávísu fimm dagarnar, hvørki lærarafelagið ella kommunurnar okkum vitandi.
Øll foreldur eru helst samd við landstýriskvinnuni, tá hon sigur at foreldrini hava evstu ábyrgd av at ansa børnun sínum. Hugskotið um at øll tey elstu skulu í starvvenjing í senn mitt um summarið er ópraktiskt. Starvsvenjingin skal samskipast av skúlunum og barnaansingin av teimum yngru børnunum skal samskipast av kommununum, ikki foreldrunum.
Foreldrafelagið Heim og Skúli heitur á Landstýriskvinnuna um at útgreina sína grundgeving fyri at seta hetta í verk og frameftir at hoyra partarnar áðrenn slíkar broytingar.
Comentários