top of page
Forfatters billedeheimogskuli

Ætlanin at leggja smærri skúlar undir størri skúla ikki nóg greið

Hóast sagt hevur verið, at uppskotið um broytingar í fólkaskúlalógini ikki leggur upp til kollveltandi broytingar, so er talan kortini um rættiliga stórar broytingar. Tær leggja upp til nýggjar ásetingar um minsta næmingatal til 10. flokk og skipan av 10. floks eindum, at minka um undirvísingartímatalið á øllum floksstigum, at skúlasamstørv verða skipað millum kommunur, at smærri skúlar verða lagdir undir størri skúla og at víðka ásetingarnar um royndar- og granskingarverkætlanir.


Heim og Skúli síggja bæði fyrimunir og vansar við at smærri skúlar vera lagdir undir ein størri.


Í samband við játtaðar tímar og breiðari úrvæl av lærarum og lærugreinum, kunnu teir smærru skúlarnir (framtíðar undirvísingarstað) fáa ein fyrimun av at hoyra til ein størri skúla/skúlasamstarv.


Tað eru eisini vansar knýttir at hesum samanleggingum, serliga við atlitið til framtíðar grundarlag og foreldraumboðan í nærumhvørvinum. Í lógaruppskotinum stendur bert at tann niðurlagdi skúlin heldur fram, sum "undirvísingarstað", men tað stendur ikki nágreina hvat hetta merkir. Hetta gevur onga trygd fyri framhaldandi skúla í økjunum, tá henda orðing kann meina við eina avmarkaða skúlagongd, t.d bara innskúling (1-3 flokk).


Hereftir er nevnt ein ætlan um at eitt foreldraumboð fyri hvørt undirvísingarstað skal vera í skulastýrinum, ikki serliga realistiskur, um fleiri enn eitt undirvísingarstað verða løgd undir hendan størra skúlan/skúlasamstarv.


Um foreldur trygt skula góðtaka slíkar samanleggingar, má broytingaruppskotið nevna at skúlagongdin heldur fram óbroytt á undirvísingarstaðnum, og broytingar kunnu einans fremjast um greiður meiriluti er fyri hesum millum foreldrini í nærumhvørvinum.

Nevndin í foreldrafelagið Heim & Skúli

306 visninger0 kommentarer

Comments


bottom of page