top of page
Forfatters billedeheimogskuli

Foreldrafelagið Heim & Skúli stuðlar ætlanin um at innføra eina vetrarfrítíð

Foreldrafelagið Heim & Skúli stuðlar ætlanin hjá Landsstýrismaðurin um at stytta summarfrítíðina við einari viku og nýta hesa til at innføra eina vetrarfrítíð í tráð við skipanirnar í grannalondum okkara.

Við virknaði frá skúlaárinum 2019/2020 gjørdi landsstýriskvinnan, uttan parthoyringar, av at stytta árliga skúladagatalið við 5 døgum niður í 193 dagar, og at nýta dagarnar til at leingja um summarfrítíðina úr 7 til 8 vikur. Høvuðsgrundgevingin fyri hesari broyting var at økja um fyrireikingartíðina hjá lærarum.

Foreldrafelagið Heim & Skúli voru sum heild positiv um at lærararnir fingið meira tíð at fyrireika skúlaárið fyri næmingarnar, men vit undraðist yvir fleiri sjónarhorn í at summarferian fyri næmingarnar voru longd eina viku (https://heimogskuli.wixsite.com/heimogskuli/post/longt-summarfr%C3%AD). Heim & Skúli mælar til at týðandi broytingar av skúlaárinum verða framdar í samráð við viðkomandi partar.

Skúlafrítíðirnar í Føroyum eru áleið tær somu sum í grannalondum okkara. Tað er tó ein týðandi munur. Øll norðanlond hava eina vetrarfrítíð og tað sama hava fleiri onnur lond so sum Týskland, Holland, Belgia, Sveis og Eysturríki. Í Føroyum hevur hinvegin ikki verið siðvenja fyri vetrarfrítíð, sum í øðrum londum vanliga verður løgd í einum tíðarskeiði í februar

Foreldrafelagið Heim & Skúli vísir á at grundgevingin fyri at leingja summarfrítíðina til økta lærarafyrireiking ikki voru umbiðið av teimum, ið varða av skúlanum (Jacob Eli S. Olsen, Føroya Lærarafelag og Eyðun Christiansen, Kommunufelagið, KVF 7. august 2019) – og leingjan av summarfrítíðini úr 7 upp í 8 vikur ikki var eftirspurd í samfelagnum.

Foreldrafelagið vísir eisini á at skúlafrítíðir eru partar av einum størri samfelagsligum høpi, og mugu millum annað síggjast í samanhangi við arbeiðsmarknaðin og tørvin í heiminum.

Flestu foreldur hava 5-6 vikur av frítíð, og tí kunnu langar samanhangandi frítíðir vera ein avbjóðing. Tað kann gerast avbjóðandi hjá familjunum at halda frítíðirnar saman, og hjá einligum foreldrum og foreldrum við smærri børnum kunnu langar frítíðir gerast serliga avbjóðandi, tí vanligt er at eisini frítíðartilboð hava stongt í eitt tíðarskeið á sumri. Verandi skipan kann tí metast at vera í ósamsvari við, hvussu arbeiðs- og familjulívið annars er skipað.

Tað kan soleiðis metast sum ein fyrimunur at flyta eina summarfrítíðarviku til eitt tíðarskeið, har eitt kommunalt frítíðartilboð er opið.

Tað hevur eisini verið víst á, at skúlatíðarskeiðið millum jól og páskir er ov langt, og at børnini sum tey eru flest høvdu havt gagn av einum steðgi í tíðarskeiðinum.

At enda visir Heim & Skúli á at tað kann tykjast margháttligt at Føroyar sum tað einasta landið, vit vanliga samanbera okkum við, ikki hevur innført vetrarfrítíð.


Janus Vang, formaður

Foreldrafelagið Heim & Skúli



51 visninger0 kommentarer

Comments


bottom of page